Visjón 2015 - Orka og veðurlagsbroytingar
"Í 2015 skulu 15% av orkunýtsluni stava frá varandi orkukeldum, og útlátið av vakstrarhúsgassum skal vera 8% minni enn í 1990"
Málið omanfyri er tikið úr grundarsteininum "Umhvørvi", sum var ein av teimum tólv grundarsteinunum, sum var støðið undir Visjón 2015.
Í strategipapírinum, sum varð sent til hoyringar, verður sagt, at málini skulu røkkast við at:
- 15% av allari orkunýtslu skulu stava frá varandi orkukeldum.
- Veðurlagssáttmálin skal setast í verk, so at útlátið av vakstrarhúsgassum verður avmarkað, og Kyotoavtalan verður løgd fyri Løgtingið til samtyktar.
Víðari, og meira ítøkiliga, er ein ætlan løgd fram til 2015, við hesum táttum:
- Í 2007 eigur at verða farið undir at leggja til rættis ítøkilig átøk, t.d. við fíggjarligum stýringaramboðum so sum avgjøldum og stuðli fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
- Føroyar skulu strika sítt fyrivarni fyri Kyotoavtaluni og eiga beinanvegin at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so at tað innan 2012 er á leið 5% og í 2015 8% minni enn í 1990.
- Oljunýtslan skal minkast á øllum økjum – lutfalsliga mest á teimum, sum dálka mest.
- Umhvørviskrøv skulu setast, tá veiðuloyvi til skip verða givin.
- Skipini skulu nýta bestu tøkni, ið er til taks, orkugóðan reiðskap og føra grønan roknskap við fleiri parametrum.
- Umhvørviskrøv skulu setast til alla nýbygging, bæði skip, hús og annað.
- Viðkomandi lóggáva skal lagast til hetta.
- Í 2015 skulu 15% av orkuni stava frá varandi orkukeldum.
- Nýggjar orkukeldur skulu stuðlast, t.d. jarðhiti, alduorka o.s.fr.
- Tøknin skal mennast, og serlig atlit skulu altíð takast at náttúruni.
Í dag kann staðfestast, at enn er stutt komið á leiðini móti visjón 2015, tá tað ræður um partmálið Orka og Veðurlagsbroytingar undir grundarsteininum "Umhvørvi".
Les meira um, hvat stendur í bókini Visjón 2015 MÁL OG VEGIR um "Orku og veðurlagsbroytingar", sí s. 168.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo